Allar kappingar eru nú lidnar.
Vit hava skrivað fyrr í ár um, hvønn veg tað bar og tað eru ikki so nógvar broytingar.
KÍ byrjar í 1. umfari í Champions League sum styrkismett. Víkingur og NSÍ byrja í 1. umfari í Conference League. Víkingur verður styrkismett, meðan NSÍ ikki verður styrkismett. HB byrjar sum styrkismett í 2. umfari í Conference League. Hetta kemst av, at HB hevur plássið sum steypavinnari, tí KÍ vann greipuna í fjør. Lutakøstini til 1. og 2. umfar í øllum kappingunum verða 16. og 17. juni. Tí blíva lið, sum byrja í 1. umfari, við hægri styrkistali sett til plássini í 2. umfari í Conference League. Undan lutakastinum verða bólkar gjørdir, sum avmarka møguleikarnar. Tá verður oftast býtt landafrøðiliga, so føroysk lið vanliga ikki kunnu møta liðum frá t.d. Kasakhstan, Armenia og Aserbadjan. Yvirlitið er frá Kassies.


