Meðan tað hevur gingið væl hjá U21-landsliðnum seinnu árini, so hava yngru U-landsliðini hjá Føroyum á dreingjasíðuni havt tað torført. 30 av 34 dystum í 2024 og 2023 vóru taptir. Tað jaliga er, at úrslitini í 2024 vóru nakað betri enn í 2023, tí serliga fóru nógv færri mál ígjøgnum. Besta úrslitið fekk U19-landsliðið í 2023, tá tað eydnaðist at vinna EM-undankappingardyst á Armenia.
2024:
U19:
Føroyar-Kosovo 0-2
Eysturríki-Føroyar 4-0
Spania-Føroyar 3-0
Føroyar-Turkmenistan 3-1
Skotland-Føroyar 5-3
U17:
Føroyar-Albania 0-1
Kroatia-Føroyar 7-0
Niðurlond-Føroyar 6-0
Gibraltar-Føroyar 0-4
Føroyar-Ísland 0-6
Litava-Føroyar 5-0
U16:
Skotland-Føroyar 5-0
Indonesia-Føroyar 3-0
U15:
Føroyar-San Marino 1-0
Bosnia & Hersegovina-Føroyar 2-0
Albania-Føroyar 4-1
Tilsamans:
Dystir: 16
Vunnið: 3
Javnt: 0
Tapt: 13
Málmunur: 12-54
Dystir uttan at skora: 11
2023
U19:
Føroyar-Armenia 3-2
Kroatia-Føroyar 2-0
Ísrael-Føroyar 6-0
Føroyar-Írland 0-3
Portugal-Føroyar 6-0
U17:
Føroyar-Kosovo 1-3
Kroatia-Føroyar 6-0
Ongland-Føroyar 8-0
Norra-Føroyar 11-0
Føroyar-Danmark 1-6
Albania-Føroyar 3-1
Moldova-Føroyar 3-1
Føroyar-Aserbadjan 2-4
U16:
Skotland-Føroyar 2-1
Pólland-Føroyar 4-1
U15:
Lettland-Føroyar 3-0
Luksemborg-Føroyar 7-0
Norðurírland-Føroyar 9-1
Tilsamans:
Dystir: 18
Vunnið: 1
Javnt: 0
Tapt: 17
Málmunur: 11-88
Dystir uttan at skora: 9
Í 34 dystum tilsamans hava Føroyar sostatt vunnið fýra dystir. Ein venjingardyst móti Turkmenistan hjá U19, ein EM-undankappingardyst móti Armenia hjá U19, ein menningardyst móti Gibraltar hjá U17 og ein menningardyst móti San Marino hjá U15. Ein javnleikur og 30 tap og ein samlaðan málmun á 23-142.
Um ein skal síggja tað jaliga so sást, at 2024 var eitt væl betri ár enn 2023. Fleiri sigrar, fleiri skorað mál og munandi færri mál fóru ígjøgnum í 2024 enn í 2023 samlað sæð. Men har kann eisini spæla inn, at styrkin á mótstøðuliðunum hevur verið ymisk.
Kelda: FaroeSoccer