Venjarin hjá Gent segði við bolt.fo eftir dystin, at tað var serliga Poul Kallsberg, sum teir hugdu eftir í fyrireikingunum, tí hann var eftir hansara tykki lyklaleikarin í álopspartinum hjá Víkingi.
Eftir tíðindafundin hjá Gent-venjaranum Wouter Vrancken hitti bolt.fo belgiska venjaran til stutta samrøðu eftir 3-0 sigurin í Klaksvík.
- Víkingur spælir heilt øðrvísi móti okkum enn teir gera í heimligu kappingini. Teir liggja langt afturi og spæla uppá snarálop. Hatta var teirra máti at spæla móti okkum, og teir høvdu sínar løtur. Báðar hálvleikirnar byrjaðu teir væl. Í seinna hálvleiki funnu vit okkara spæla fram og tá var tað ein okay sigur.
- Í heimligu kappingini stýra teir ofta dystum og spæla við høgum sjálvsáliti. Úrslitini tala fyri seg hjá teimum í ár, tí har gongur væl í landskappingini. Men eg fari ongantíð at undirmeta mótstøðuna her í Føroyum, tí vit sóu síðsta ár, hvat Klaksvík gjørdi. Tað er eingin lættur dystur longur, so man má verða á høgum stigi fyri at vinna, segði venjarin við bolt.fo.
Poul Kallsberg kann koma longri
Tá vit spurdu, um tað var nakar leikari hjá Víkingi, sum hann serliga var sannførdur um, so var tað ein, sum teir høvdu hugt mest eftir í fyrireikingunum.
- Kallsberg (Poul, blaðm.) er leikarin, sum vit sóu uppundir fyrra dystin í okkara greiningum sum ein einstakling, sum skaraði framúr. Hann var avgerandi í heimligu kappingini og móti Liepaja. Hann hevur mál og upplegg og ein fríðan leiklut í støðum. Hann dugur at finna plássini. So tað var ein leikari, sum vit vóru vitandi um, sigur hann. Vit spurdu um Poul Kallsberg er ein leikari, sum kann koma at spæla í deild á hægri stigi enn í Føroyum.
- Hann kann koma at spæla á hægri stigi. Men tað er trupult at siga, tí t.d. í dystum móti okkum, so skal hann spæla á einum liði, sum verjir og spælir uppá snarálop. Hann er ein leikari, sum eg meti eg best á einum liði, sum stýrir dystum. Tá sær man tað besta frá honum, segði Wouter Vrancken.
Stuðlað umrøðuni hjá føroysku liðunum í Conference League í 2024 á bolt.fo hava: