Tað sá ikki so vakurt út, men tað endaði við einum sigri í San Marino.
Føroyar kom afturum, men beint áðrenn hálvleik javnaði Jákup Biskopstø eftir innlegg frá Peturi Knudsen. Á endurtøkum sást, at talan var um rangstøðu áðrenn innleggið kom. Tað javnaði kanska dømingina út, tí fyrr í fyrra hálvleiki skuldi San Marino-leikari havt fingið beinleiðis reytt koyrt fyri takling móti Árna Frederiksberg. Í seinna hálvleiki kom eitt mál og tað var kenda samanspælið millum Hanus Sørensen og Árna Frederiksberg, tó við øvugtum leikluti enn ofta fyrr, har Árni var málskjútti.
Føroyar høvdu uppiborið sigurin, men tað var ikki vakurt ella sannførandi í 5-4-1 leikskipanini, sum heilt greitt riggar best móti liðum, sum á pappírinum er sterkari enn Føroyar.