Her er vikuliðið frá 4. umfari.
KÍ-Víkingur er ikki skrásettur enn og við tað at tann dysturin hevði tekniskar avbjóðingar, so er kanska óvist, um hann blívur skrásetttur. Men verður hann tað, so verður liðið tillaga, tá so verður.
Vikuliðið hjá Sofascore hesaferð er serligt á tann hátt, at lutfalsliga nógvir leikarar(5), ið taptu dystin, eru á liðnum. Tað er ikki vanligt. Besti leikarin hetta umfarið var B36-miðvallarleikarin Bogi Reinert-Petersen, sum fekk karakterin 9,1.
