Hóast fáir minuttir manglaðu, tá dysturin bleiv avblástur, so er helst okkurt sum bendur á, at dysturin millum ÍF-B68 møguliga skal spælast av nýggjum.
Tað vóru fáir minuttir eftir, tá umstøður uttanfyri vøllin, við einum áskoðara, sum bleiv heilt illað fyri, gjørdu, at dómarin bríkslaði dystin av. Tá førdi B68 3-1 í Fuglafirði. Á heimasíðuni hjá FSF stendur, at dysturin er spældur og endaði 3-1.
Men ivasamt er, um hetta er loyvt, tí her manglaðu fleiri minuttir at spæla. Og tá illveður hevur argað dystir fyrr í 2024 hevur mannagongdin verið, óansæð hvussu greið støðan í dystum hevur verið, at dystirnir eru spældir heilt av nýggjum. Ein munur er tó, at tá dómarin bríkslaði dystin av, vóru meir enn 90 minuttir leiktir, tí í 88. minutti tók hann ''time-out'' og bríkslaði síðani dystin av í 91-92. minutti. Her kann tó vera avgerandi, um klokkan eigur at steðga ella ikki, tá dysturin steðgar í 88. minutti. Tá vit sóu t.d. Atletico Madrid-Real Madrid í kvøld, so steðgaði tíðin, tá dómarin steðgaði dystinum vegna ófrið millum áskoðararnar.
Og her skal FSF helst taka eina skjóta avgerð. Tí leikbann o.a. spæla inn. ÍF hevði eitt sera skert lið móti B68 vegna nógv leikbann, men tað hevur ÍF ikki móti B68, um dysturin, um hann skal spælast av nýggjum, ikki verður leiktur áðrenn komandi umfar. Og komandi umfar skal í síðsta lagi spælast sunnudagin, tí eftir tað er landsliðssteðgur. Liðini skulu eisini hava sína hvíld og dysturin kann tí neyvan spælast áðrenn mikukvøldið og heldur ikki eftir mikukvøldið, fyri at fýra dagar skulu verða millum dystirnar. Tí kunnu vit helst vænta eina avgerð frá kappingarnevndini hjá FSF í síðsta lagi mánakvøldið, tí liðini mugu hava fyrireikingartíð til ein møguligan nýggjan dyst.
Enn tykist støðan ógreið, men tað er ein møguleiki, at dysturin skal spælast av nýggjum, tá fleiri minuttir manglaðu og eingin siðvenja frá 2024 er um annað enn at spæla av nýggjum, tá dystir ikki verða liðugt spældir. Tó vilja summi meina, at ein avgerandi munur kann verða, at yvir 90 minuttir vóru leiktir, tá dómarin bríkslaði dystin av, um klokkan ikki steðgaði, tá 88 minuttir vóru leiktir, tá dysturin steðgaði.
Dagført og broytt kl. 23.59