Í morgin verður landsliðsúttøka til venjingarlegu og venjingardystir móti Liktinstein og Danmark.
Meinhard E. Olsen, Patrik Johannesen, Jóannes Bjartalíð, Hallur Hansson, Heini Vatnsdal og odmar Færø eru allir skaddir og verða neyvan úttiknir. Síðani er ivamál um Ára M. Jónsson sum ikki hevur spælt við HB síðstu vikurnar vegna skaða, meðan Jákup B. Andreasen og Jóannes K. Danielsen av persónligum orsøkum møguliga melda avboð hesaferð. Sonni Ragnar Nattestad hevur einki felag havt fram til í síðstu viku, tá hann byrjaði at venja við 07 Vestur, so óvist er, um hann er í nóg góðari venjing til at blíva úttikin. Og so er Gilli R. Sørensen neyvan uppá tal nú hann spælir í 1.deild.
Hetta ger, at pláss kanska verður fyri onkrum nýggjum leikarum. Við tað at U21-landsliðið spælir móti Portugal, so velja vit at hyggja burtur frá teimum leikarunum, tí vanligt hevur verið síðstu árini, at hesir spæla U21-landsdystir so leingi sum teir ikki kunnu væntast at fáa væl av spælitíð.
Og har skulu vit helst hyggja til Víking. Til miðverjuna, har fleiri avboð eru, er upplagt at Arnbjørn Svensson fær møguleikan at royna seg í hópinum. Hann var millum mest eyðsýndu miðverjar síðsta kappingarár og hevur hildið fram í ár. Á vinstra bakki bjóðar Ingi Jonhardsson seg fram. Hann fekk sítt stóra gjøgnumbrot í fjør og hevur hildið fram í ár. Í fyrsta landskappingardystinum átti hann annað uppleggið. Aðrir møguleikar til vinstra bakk eru m.a. Magnus Egilsson og Daniel Johansen.
Og so ljóðar, at Håkan Ericson hevur hugt eftir Ara Olsen hjá Víkingi sum einum møguleika til høgra bakk nú fleiri leikarar á tí plássinum ikki eru tøkir. Hann er ikki líka upplagdur sum hinir, tí í fjør hevði hann ikki fast pláss á Víkinga-liðnum, men hann kann fáa eitt pláss, tí har eru fleiri avboða á júst tí plássinum.