Venjarin hjá Hellas Verona hevur fingið sekkin. að boðar italska felagið frá í morgun. Tó eru ongar upplýsingar komnar fram um, at hetta ávirkar skiftið hjá Andriasi Edmundssyni. Men helst er ynskiligt, at spælt verður við trimum miðverjum eins og Hellas Verona hevur gjørt frammanundan, tí tað er í slíkari skipan, at Andrias hevur spælt síðstu árini.