07 Vestur fær styrk við hollendskum leikara.
Í gjár lat flytingarvindeygað aftur. Og nú er greitt, at eisini 07 Vestur fekk ein útlendskan styrk. Talan er um 25 ára gamla Steven van Dijk úr Hollandi. Talan er um málverja, sum í 2012 er skrásettur fyri fýra U15-landsdystir fyri Holland. Síðstu árini hevur hann spælt fyri The Cove í Australia og Vestri í Íslandi.
Jón Nordendal, formaður í 07 Vestur, váttar tilgongdina, men undirstrikar, at felagið framvegis satsar uppá U21-landsliðsmálverjan Ara í Haraldsstovu Petersen.
- Vit hava manglað ein eykamálverja og hava havt ov fáar málverjar til liðini, sum eru Betri, deild, U21 og U17. Í Steven fáa vit eisini ein, sum er útbúgvin sum alisviðgeri (á donskum: fysioterapeut) og tann leiklutin fær hann eisini, tí vit hava mangla ein alisviðgera, sigur Jón Nordendal við bolt.fo.