Komandi ár verður VAR-light roynt í Føroyum.
VAR-light merkir, at tað eru færri myndatól enn í tí fullu útgávuni, sum vit kenna frá m.a. HM og EM.
FSF hevur kunnað feløgini um, at í 2025 er ætlanin at gera eina roynd við VAR-light. Í fyrstu atløgu til dystir hjá U17-dreingjum fyri at oyna skipanina og eydnast tað væl, so kemur tað eftir ætlan at verða í fyrstu atløgu til ein dyst hvørt umfør í Betri Deildini hjá monnum.