Lassin Isaksen, dómaraleiðari, váttar, at alt bendur á, at VAR verður tikið í brúk komandi kappingarár.
FSF hevur gjørt ein bil út við VAR-útgerð og ein partur av útgerðini er klárur, men Lassin sigur, at tað kunnu koma okrar forðingar, sum fara at seinka um krevjandi tilgongdina, men um so verður, so verður VAR tikið í brúk seinni í kappingini. Hetta verður skipað soleiðis, at ein dystur verður VAR hvørt umfar og at skráin fyri VAR-dystir verður løgd langt frammanundan hesir verða leiktir. Her er ætlanin, at øll liðini í Betri Deildini hjá monnum skulu hava eins nógvar VAR-dystir.
- At byrja við koma eini trý-fýra fólk at verða í VAR-bilinum. Ein VAR-dómari, ein hjálpar-VAR, ein teknikkari og kanska ein eygleiðari. Vit ætla at hava seks myndatól, harav tvey verða mannað, sum bæði eru á miðjuni. Nakrir dómarar hava VAR-útbúgvingarnar, meðan aðrir eru í gongd ella fara í gongd, so at í 2026 koma eini 8-10 VAR- og hjálpar-VAR at verða tøkir. UEFA metir, at VAR er komið fyri at verða og leggur upp til, at tað uppá eitt tíðspunkt verður í øllum kappingum í Evropa, sigur Lassin Isaksen við bolt.fo.