Á dreingjasíðuni hava Víkingur, HB og B36 sett seg tungt á ungdómsdeildirnar.
Vit hava hugt eftir teimum trimum elstu deildunum (U21 er ikki tald við, tí har brúka mong lið ikki sínar bestu leikarar). Í U17 kemur fyri at summir leikarar eru farnir í Betri Deildina ella 1.deild at spæla. Og felags fyri U17, U15 og U13 er, at Víkingur, HB og B36 standa seg best. Í landskappingini eru tey í topp 3 og í steypakappingini eru tey komin í hálvfinalurnar, um tey ikki hava møtt hvørjum øðrum áðrenn.
U17
1. HB 13 stig
2. B36 10 stig
3. Víkingur 9 stig
Í steypakappingini eru hálvfinalurnar B71-Víkingur og NSÍ/Skála-B36. Víkingur og HB møttust í fjórðingsfinaluni.
U15
1. Víkingur 13 stig
2. HB 11 stig
3. EB/Streymur 5 stig
Í steypakappingini møtast ÍF-B36 í kvøld og Víkingur-HB í morgin.
U13
1. Víkingur 6 stig
2. HB 4 stig
3. B36 3 stig
Í steypakappingini eru hálvfinalurnar HB-Víkingur og B36-07 Vestur.