Sum ofta fyrr so eru umstøðurnar at í kavaveðri góðar á Svangaskarði. Vøllurin verður væl ruddaður og so hava teir góða útgerð at koyra á vøllin, sum ger at hann ikki frystur.
Víkingur hevur ikki grønan vøll á Svangaskarði og toftamaðurin og høvuðsvenjarin í Víkingi, Jóhan Petur Poulsen, hevur fingið avtalu í lag við B68 sum ger, at Víkingur venur á Svangaskarði í kvøld og eisini í morgin.
Víkingur møtir HB í Gundadali leygarkvøldið kl. 19.00, um veðrið loyvir tí.