Í kvøld var toppdystur hjá U17-dreingjum í Norðragøtu. Víkingur vann 5-0 á KÍ og hevur tryggjað sær FM áðrenn síðsta umfar. Hetta merkir, at Víkingur í 2025 skal umboðað Føroyar í UEFA Youth League, sum er fyri U19-lið í Evropa.
Fyri nøkrum vikum síðani vann Víkingur eisini steypakappingina og hevur sostatt vunnið greipuna.