Seinni í dag vóru tríggir venjingardystir.
B36 og Víkingur spældu á Tórvølli og har B36 vann 3-0 fyri tveimum vikum síðani, so vann Víkingur 5-0 hesaferð, har liðini vóru næstan tey somu. Málini skoraðu Olaf Bárðarson (2), Martin K. Joensen, Finnur Justinussen og Poul Kallsberg.
Á Svangaskarði vann EB/Streymur 1-0 móti B68. Málið skeyt Filip Djordjevic.
Á Svangaskarði endaði tað 2-2, tá AB-ÍF møttust. Málini hjá AB skoraðu Brian Jakobsen og Santiago Lebus. Málini hjá ÍF skoraðu Jhon Mena og Gundur Petersen.
Keldur: FaroeSoccer og ab.fo