Víkingur vann tryggan sigur á Skála í kvøld.
Víkingur vann 3-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Jákup Johansen og Sølvi Vatnhamar skoraðu hvør sítt, meðan eitt var sjálvmál.
Víkingur skal nú bara hava fýra stig í síðstu trimum umførunum fyri at við vissu tryggja sær FM 2024. Komandi umfar fær Víkingur vitjan av ÍF. Vinnur Víkingur har og KÍ ikki fær fult móti NSÍ, so er Víkingur FM-vinnari.