logo
  • Heim
  • Mansfótbóltur
  • Kvinnufótbóltur
  • Ungdómsfótbóltur
  • Landsliðsfótbóltur
  • Útlendskur fótbóltur
  • Ymiskt  
    • Leikaraflytingar 2026
    • Leikaraflytingar 2025
    • Leikaraflytingar 2024
    • Leikaraflytingar 2023
    • Leikaraflytingar 2022
    • Lýsingar
Xads
Víkingur hevur 102 av 105 stigum – KÍ hevur átta sigrar á rað

Víkingur hevur 102 av 105 stigum – KÍ hevur átta sigrar á rað

Skrivað : Jákup Ósá | 23-09-2024 11:04

Tað er lagt upp til toppdyst í Sarpugerði mikudagin.

Mikudagin møtast tey bæði ovastu liðini í Betri Deildini í dysti, sum bleiv útsettur í summar. Hetta eru eisini liðini, sum vóru størstu favorittarnir at vinna FM undan kappingarárinum. Men tað var skjótt, at KÍ ikki megnaði at fylgja við og undan summarsteðginum var tað heldur HB, sum hótti Víking. Síðani HB tapti á Svangaskarði hevur Víkingur verið greitt á odda, og tað skal henda okkurt løgið, um FM ikki endar í Víkingi í ár, tí níggju stig og ein betri málúrtøka er á muni nú tey bæði ovastu liðini hava fimm dystir eftir.

Víkingur hevur eina óvanliga góða gongd. Víkingur hevur vunnið 34 av síðstu 35 dystunum, sum merkir 102 stig av síðstu 105. Einasta tapið kom í Klaksvík fyrr í ár.

KÍ hevur tapt fýra dystir í ár og hevur vunnið hinar. Tapini eru komin móti HB (2), B36 og Víkingi. Men síðani KÍ tapti 3-0 móti HB 23. juni, so hevur KÍ vunnið átta landskappingardystir á rað. KÍ hevur nú nógv fleiri tøkar leikarar enn áðrenn summarsteðgin, og tí er Víkingur neyvan nakar greiður favorittur, hóast stigatalvan kundi bent á tað. Vinnur Víkingur hendan dystin, so er tað bara uppá málmunin, at KÍ kann innheinta og har er Víkingur 28 mál betri. Síðani er tað stigametið, sum KÍ eigur í 2022 við 77 stigum. Vinnur Víkingur rest, so kemur Víkingur uppá 78 stig og tekur harvið metið. So hóast FM tykist avgjørt, so hava liðini sínar sigursrøðir og met at stríðast fyri.

Vegna ljósviðurskiftini byrjar dysturin mikudagin kl. 17.00. Dómari verður Heini Z. Viðoy.

Share

Nýggjastu tíðindir

Toppdystur í Klaksvík fríggjakvøldið
Toppdystur í Klaksvík fríggjakvøldið
Nýtt graslíki til fótbóltsvøllin í Fuglafirði
Nýtt graslíki til fótbóltsvøllin í Fuglafirði
FIFA hevur kunngjørt eina nýggja altjóða transferskipan
FIFA hevur kunngjørt eina nýggja altjóða transferskipan
Skrá og frásøgufólk í Televarpinum komandi umfar
Skrá og frásøgufólk í Televarpinum komandi umfar
Magne Hoseth er mánaðarins venjari í mai í OBOS-deildini
Magne Hoseth er mánaðarins venjari í mai í OBOS-deildini
Hetta sigur veddingarfyritøkurnar um HM-vinnara og toppskjútta
Hetta sigur veddingarfyritøkurnar um HM-vinnara og toppskjútta
Hetta sigur ítróttarstjórin í EB/Streymi um summarflytingarvindeygað
Hetta sigur ítróttarstjórin í EB/Streymi um summarflytingarvindeygað
Hesir døma komandi umfar
Hesir døma komandi umfar
Royn hevur sett nýggjan høvuðsungdómsvenjara
Royn hevur sett nýggjan høvuðsungdómsvenjara
Heilfluktarin hesa vikuna
Heilfluktarin hesa vikuna
Hanus Sørensen tryggjaði Føroyum sigurin
Hanus Sørensen tryggjaði Føroyum sigurin
Tey virðismiklastu mótstøðuliðini í Champions League og Conference League
Tey virðismiklastu mótstøðuliðini í Champions League og Conference League
AB gjørt sáttmála við lyklaleikara
AB gjørt sáttmála við lyklaleikara
Venjingardystir uttan undirhaldsvirði
Venjingardystir uttan undirhaldsvirði
FIFA-styrkislistin verður ikki brúktur til styrkismetingar í undankappingum longur
FIFA-styrkislistin verður ikki brúktur til styrkismetingar í undankappingum longur
Hesir hava leikbann komandi umfar
Hesir hava leikbann komandi umfar
68 % av UEFA-londunum høvdu nýggjan meistara
68 % av UEFA-londunum høvdu nýggjan meistara
Ikki nóg kaldir í hitanum
Ikki nóg kaldir í hitanum
HB hevur skift venjara
HB hevur skift venjara
Føroyar vendu 2-1 til 2-3 síðstu minuttirnar
Føroyar vendu 2-1 til 2-3 síðstu minuttirnar

Stigatalvan 2026

1. KÍ26 stig
2. B3626 stig
3. NSÍ26 stig
4. Víkingur18 stig
5. HB15 stig
6. AB14 stig
7. B6812 stig
8. Skála10 stig
9. EB/Streymur9 stig
10. 07 Vestur7 stig

Málskjúttar

Árni FrederiksbergKÍ6 mál
Bogi Reinert-PetersenB366 mál
Simon JørgensenSkála6 mál

Upplegg

Árni FrederiksbergKÍ12 upplegg
Jann BenjaminsenNSÍ6 upplegg
Luca ThorstensenAB5 upplegg
Dávid B. AndreasenB365 upplegg

Málstig

Árni FrederiksbergKÍ18 mál/upplegg
Dávid B. AndreasenB369 mál/upplegg
Simon JørgensenSkála8 mál/upplegg
Torgeir BørvenB368 mál/upplegg

Deyðbóltsstøður (skorað mál) - Dagført eftir 12. umfar

NSÍ8 mál
B688 mál
Skála8 mál
KÍ7 mál
B367 mál
EB/Streymur7 mál
AB6 mál
Víkingur5 mál
HB2 mál
07 Vestur2 mál

Deyðbóltsstøður (latið mál inn)

Víkingur2 mál
B36 3 mál
KÍ4 mál
Skála5 mál
EB/Streymur5 mál
AB5 mál
NSÍ6 mál
07 Vestur8 mál
HB9 mál
B6813 mál

Mál í spæli (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

B3618 mál
KÍ18 mál
NSÍ15 mál
HB14 mál
AB11 mál
Víkingur9 mál
B689 mál
EB/Streymur4 mál
07 Vestur4 mál
Skála3 mál

Mál í spæli ímóti (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

KÍ4 mál
B365 mál
Víkingur5 mál
NSÍ6 mál
HB9 mál
Skála9 mál
EB/Streymur11 mál
07 Vestur11 mál
AB12 mál
B6816 mál

Beinleiðis frísparksmál síðani 2015

A. JustinussenHB21 mál
Á. FrederiksbergKÍ/B36/NSÍ16 mál
P. KnudsenNSÍ9 mál
B. OlsenNSÍ6 mál
J. BjartalíðKÍ5 mál

Stigatalvan kvinnur

1. HB25 stig
2. KÍ22 stig
3. Víkingur15 stig
4. NSÍ12 stig
5. Skála7 stig
6. B366 stig
7. 07 Vestur1 stig

Málskjúttar

Julia Naomi MortensenHB10 mál
Brá ZakariasardóttirHB8 mál
Durita HummelandKÍ6 mál
Sólja ErnsdóttirKÍ6 mál
Malena OlsenKÍ6 mál

Føroyingar til ella úr føroyskum fótbólti

Úr føroyskum fótbólti 2026 (4)FráTil
Ari OlsenVíkingurVendsyssel
Olaf BárðarsonVíkingurSandnes
Pætur PetersenB36Hillerød
Ari í Haraldsstovu Petersen07 VesturÍBV
Til føroyskan fótbólt 2026 (3)FráTil
Aron BenjaminsenKristiansundVíkingur
Dávid ReynheimTorino (U18)KÍ
Árni Nóa AtlasonEgersundsVíkingur
Úr føroyskum fótbólti 2025 (8)FráTil
Árni Nóa AtlasonVíkingurEgersunds
Mattias HellisdalB36Västerås SK
Poul KallsbergVíkingurHillerød
Samuel ChukwudiHBSJK Seinäjoki
Hanus SørensenHBCelje
Áki SamuelsenHBRanheim
Géza Dávid TuriVíkingurGrimsby Town
Andrass JohansenB36Fremad Amager
Til føroyskan fótbólt 2025 (5)FráTil
Patrik JohannesenBreiðablikKÍ
Brandur HendrikssonFredrikstadNSÍ
Stefan RadosavljevicSligo RoversVíkingur
Heini F. SørensenThistedHB
Daniel JohansenHillerødKÍ
Úr føroyskum fótbólti 2024 (5)FráTil
Heri MohrHBStrømmen IF
Adrian JustinussenHBHillerød
Mattias LamhaugeB36Fredericia
Martin K. JoensenVíkingurNjardvík
Dávid ReynheimHBTorino
Til føroyskan fótbólt 2024 (6)FráTil
Martin K. JoensenNjardvíkVíkingur
Elias RusborgHvidovreHB
Petur KnudsenEl PasoNSÍ
Rasmus NilssonFremHB
Pætur PetersenKAKÍ
Gilli RólantssonVejleTB
Úr føroyskum fótbólt 2023 (10)TilFrá
Hørður AskhamHBAB
Daniel JohansenHBThisted
Gilli R. SørensenTBVejle
Gunnar VatnhamarVíkingurVíkingur R
Stefan RadosavljevicHBSligo Rovers
Noah MneneyVíkingurBryne
Pætur PetersenHBKA
Jóannes BjartalíðKÍFredrikstad
Klæmint A. OlsenNSÍBreiðablik
Daniel JohansenHBFredericia
()
Til føroyskan fótbólt 2023 (5)FráTil
Daniel JohansenFredericiaHB
Hallur HanssonKRKÍ
Gilli R. SørensenOddsTB
Viljormur DavidsenHelsingborgHB
Samuel ChukwudiUnion SGHB
Vís meira

Toppskjúttar í Evropafótbólti fyri føroysk lið

NavnFelagMál
Árni FrederiksbergKÍ14
Páll KlettskarðKÍ13
Levi HanssenHB/EB/Streymur9
Klæmint OlsenNSÍ8*
Michal PrzybylskiB36/HB7
Sølvi VatnhamarVíkingur7
Deni PavlovicKÍ6
Bergur MidjordB365
Jákup B. AndreasenKÍ5
Olgar DanielsenKÍ5
*+ trý mál fyriBreiðablik
Vís meira

Um Bolt.fo

Bolt.fo er føroysk heimasíða, ið fyrst og fremst varpar ljós á føroyskan fótbólt, ið er best umtókta ítróttagrein í Føroyum, bæði hvat viðvíkur virknum limum og áskoðarum. Bolt.fo gevur umrøðu til vaksnamannadeildirnar og ungdómsdeildirnar hjá báðum kynum eins og vit fylgja føroyingum, ið royna seg uttanlands.
Hevur tú eitt hugskot ella evnið, ið heimasíðan skuldi tikið upp, send so teldupost til bolt@bolt.fo ella ring tlf. 228660.

  • facebook
  • twitter
  • instagram
  • pinterest
© bolt.fo 2026