Vit hava hugt eftir U-landsliðum á dreingjasíðuni frá U19 og niðureftir.
U21-landsliðið er ikki talt við, tí endamálið er meir at síggja, hvussu stendur til við at skapa U-landsliðsleikarar í feløgunum, sum enn ikki hava sín gerandisdag í Betri Deildini. U21-landsliðið umboðar meir Betri Deildina enn ungdómsfótbolt.
Víkingur hevði við 17 leikarum flestar, meðan B36 var beint í hølunum við 16. Síðani kom KÍ við 10 og HB við 9, men av teimum 10, sum vóru uttanlands, eru tríggir uppaldir í HB, so rætta talið hjá HB er kanska heldur 12. Sigast skal, at í onkrum fáum førum eru somu leikarar úttiknir til fleiri landslið. Hóparnir eru teir, sum blivu úttiknir seinast í 2025 áðrenn avboð. Sí yvirlit niðanfyri.
