Víkingur skal møta Narva Trans úr Estlandi í 1. umfari í Youth League. Víkingur spælir á heimavølli 17. september og á útivølli 1. oktober.
Samlaði vinnarin fer víðari til næsta umfar. Í fjør luttók HB sum fyrsta liðið í hesi kappingini og tapti samlað móti einum liði úr Luksemborg. Talan er um U19-lið, men í Føroyum brúka vit U17-kappingina fyri at finna, hvør skal luttaka í hesi altjóða kappingini.