Stór uppgáva hjá U19-liðnum hjá Víkingi í UEFA Youth League.
Víkingur vann í 1. umfari seg víðari við samlaðum sigri móti liði frá Estlandi. Nú bíðar ein munandi torførari uppgáva, nú belgiska stórelagið Genk vitjar við sínum talentum.
Fyrri dysturin verður á Tórsvølli mikukvøldið kl. 19.00. Tað er ókeypis atgongd, men ein skal skráseta seg á atgongumerki.fo.