Nú hevur lokala liðið blandað seg í topp 3 stríðið sum við vissu gevur altjóða luttøku.
Í einum undirhaldandi dysti eydnaðist tað Víkingi at vinna 2-1 í Gundadali á HB í kvøld. Tað kundi verið øðrvísi, tí helst átti HB brotsspark og Atli Gregersen reytt kort stutt undan, at Víkingur skoraði til 1-0. Ístaðin skoraðu Poul Kallsberg og Sølvi Vatnhamar, og so rann HB aftaná restina av dystinum. Málið til 2-1 kom ikki fyrr enn í síðstu sekundunum.
Úrslitið ger, at HB nú helst er endaliga úti av meistarastríðnum, meðan Víkingur bara er tvey stig aftanfyri HB. Víkingur hevur vunnið átta sigrar á rað og er besta liðið eftir summarsteðgin, í harðari kapping við B36, sum misti í eina dystinum, sum lá millum tveir altjóða dystir.
Komandi umfar spælir Víkingur á heimavølli móti 07 Vestur, meðan B36-HB bresta saman í grannauppgerðini.