Nú er aftur uppá tal, at Víkingur Reykjavík skal spæla altjóða heimadyst í Føroyum.
Tað var uppá tal til deildarspælið, men UEFA legði nógv fyri at sleppa undan at flyta eitt heimalið til annað land og gav undantaksloyvið. Dystirnir blivu tí spældir mitt um dagin.
Víkingur, sum hevur Gunnar Vatnhamar á liðnum, hevur klárað seg væl í Conference League deildini og spældi til víðari til play-off, har lutakastið gav teimum stórfelagið Panathinaikos úr Grikkalandi, har vinnarin yvir tveir dystir kemur í 1/8 finaluna. Fyrri dysturin er áleið hálvan februar á heimavølli hjá Víkingi Reykjavík.
Men nú skrivar íslendski miðilin fotbolti.net, at UEFA eru troyttir av vallarumstøðunum í Íslandi, og tað sær út til at UEFA fer at tvinga Víking at spæla sín heimadyst í februar í øðrum landi. Og verturin í podvarpinum á fotbolti.net sigur, at í Víkingi vóna teir, at tað verður á Tórsvølli í Føroyum, at teir skulu spæla heimadystin m.a. tí talan er um kunstgras og stutta ferð.
Víkingur endaði nummar 19 av 36 liðum og hevur sambært íslendskum miðlum higartil tryggjað sær 46 milliónir í altjóða kappingunum hetta kappingarárið. Panathinaikos liggur í løtuni á 3. plássi í Grikkalandi, tvey stig aftanfyri oddaliðið Olympiakos. Millum kendastu leikararnar hjá Panathinaikos eru Fotis Ioannidis, Teté, Azzedine Ounahi og Facundo Pellistri. Venjari er Rui Vitória úr Portugal. Hann hevur m.a. verið venjari hjá benfica árini 2015-219 og landsliðsvenjari hjá Egyptalandi frá 2022-2024. Hann byrjaði í Panathinaikos 31. oktober.
Nú verður spennandi at síggja, um UEFA fer at ganga ynskinum hjá Víkingi Reykjavík á møti um at spæla í Føroyum. Føroyar eru í UEFA-høpi fyri landsdystir mettar sum lond, har landsdystir ikki verða leiktir um veturin og tí kundu Føroyar og Ísland t.d. ikki koma í sama bólk til komandi HM-undankapping. Tí er kanska ikki vist, at UEFA fer at góðtaka at spæla í Føroyum, tí hálvan februar er stórur møguleiki fyri, at tað er kavi í Føroyum. Men á Tórsvølli er møguleiki at seta hita til og hetta kann kanska blíva avgerandi.