Framtíðin hjá Víkingi sær spennandi út, um hugt verður niður til elstu ungdómsdeildirnar.
U21-kappingin verður av flestu feløgum ikki tikin sum ein kapping fyri bestu ungdómsleikarar, har ein ístaðin skal hyggja eftir U17 og síðani U15.
Trý-fýra umfør eru leikt í innleiðandi A-bólkum í hesum deildum. Og eitt felag skarar framúr. Víkingur hevur vunnið allar dystirnar í báðum deildunum og liggur einsamalt á odda. Somuleiðis gongur aftur, at B36 og KÍ eru feløgini, sum liggja næst Víkingi. Tey eru eisini í topp 3 í báðum deildunum.
Fyrivarni skal altíð leggjast í úrslit í ungdómsfótbólti á tann hátt, at góð úrslit ikki altíð merkja tað sama sum, at komandi Betri-leikarar eru áveg og øvugt fyri vánalig úrslit. Men ofta geva tey eina ábending. Kappingarnar eru skipaðar soleiðis, at seinni verður endaspæl, har besta liðið í grundspælinum byrjar við trimum stigum, so alt verður avgjørt tá. Sí støðuna hjá U17 og U15 niðanfyri, har U15 er tann ovara talvan.

