Kanska verða bara tveir, sum ganga aftur frá liðnum, sum byrjaði í Georgia.
Mánakvøldið kl. 19.45 spæla Føroyar ein týdningarmiklan dyst á Tórsvølli móti Gibraltar. Føroyar eru sambært veddingarfyritøkunum stórfavorittar og tað er ein óvand støða.
Taka vit liðið, so bendur nógv á, at dysturin móti Georgia bleiv brúktur til at síggja eykaleikararnar. Leikarar sum Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Andrias Edmundsson, Árni Frederiksberg, Hallur Hansson og Brandur H. Olsen væntast allir at byrja inni hesaferð, um teir eru frískir. Petur Knudsen bleiv skaddur tann dystin og var helst ætlaður til uppstillingina hesaferð. Í álopinum nú er mest upplagt, at Páll A. Klettskarð byrjar, um tað framhaldandi verður spælt 5-4-1. Í verjuni spæla Gunnar Vatnhamar og Viljormur Davidsen annan dystin á rað frá byrjan. Spurningurin er so, um Viljormur byrjar í miðverjuni ella á vongbakkinum. Til vongbakkin kundi ein Daniel Johansen verið upplagdur til ein slíkan dyst, har Føroyar væntast at hava bóltin nógv meir enn móti sterkari liðum. Ivamál er um síðsta plássið á miðvøllinum. Tað stendur helst millum Hanus Sørensen og Adrian Justinussen. Adrian byrjaði á bonkinum móti Georgia og tí tippa vit, at tað verður hann, sum byrjar. Og so er tað málvrjuplássið. Har fingu málverjarnir ein dyst í part seinast og vit tippa tað sama hesaferð.
Tí tippa vit hetta liðið uttan at hava sæð nakra venjing ella tosa við hópin:
Mattias Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Brandur H. Olsen, Adrian Justinussen – Páll A. Klettskarð.