Skála og AB halda fram við at seta sín jaliga dám á MeistaraDeildina.
Skála er botnlið í MeistaraDeildini eftir átta umfør, men hevur havt eitt sera løgið kappingarár. Liðið hevur vunnið stig móti fýra liðum frá tí vanliga topp 5, tí Skála hevur eftir dagsins dyst fingið javnleik móti KÍ, NSÍ, Víkingi og B36, harav KÍ, Víkingur og B36 heldur ikki megnaðu at skora móti Skála.
Ikki óvæntað hevði KÍ bóltin størsta partin av tíðini, men serliga í fyrra hálvleiki hevði KÍ sera torført við at skapa nakað. Í seinna hálvleiki tók KÍ ikki av, tá møguleikarnir komu og so endaði tað 0-0, sum er eitt tað mest óvæntaða úrslitið í kappingini, sum hevur verið merkt av nógvum óvæntaðum úrslitum. Greipuvinnararnir úr KÍ hava m.a. ikki skorað nakað mál í teimum báðum dystunum móti teimum báðum aftastu liðunum.
AB fekk javnleik
Í Gundadali vóru tað hinir uppflytararnir, sum hava fingið nógv fleiri stig enn Skála, sum megnaðu ein óvæntaðan javnleik móti HB. AB hevur nú 11 stig og hevur fingið stig móti KÍ og HB.
Í HB skal mann verða glaður fyri, at nógv av hinum liðunum eisini hava havt torført við at vunnið dystir, tí 11 stig fyri átta umfør er ein vánalig úrtøka, tá mann er HB. Undir vanligum umstøðum síðstu árini hevði HB við slíkum stigatali verið langt aftanfyri toppin, men í ár eru m.a. bara fimm stig upp til nummar tvey, KÍ. KÍ og HB hava havt upptúrar í farnu viku, men longu í dag komu bæði niður á jørðina aftur.
Javnleikur í botndysti
Botndysturin á Svangaskarði endaði 1-1. Bæði liðini vóru skerd og úrslitið gjørdi bara tætta botnsstríðið enn javnari. Fýra stig skilja nummar 7 og 10.