Víkingur Reykjavík sleppur ikki at spæla sín play-off heimadyst móti Panathinakos í Føroyum.
Íslendska liðið sleppur ikki longur at spæla í Íslandi vegna vánaligar vallarumstøður. Tí var teirra ynski at spæla í Føroyum. Men tað sigur UEFA nei til. Orsøkin er, at umstøðurnar hjá flogførum at lenda í Føroyum eru ov óstøðugar, har flogfør ov ofta eru noydd av avlýsa m.a. vegna mjørka. Tað skrivar fotbolti.net í dag.
Nú kannar Víkingur Reykjavík møguleikarnar at spæla í Keypmannahavn-umráðnum.