Tað gongst ikki sum ætlað hjá Víkingi Reykjavík at finna nýggjan heimavøll.
Talan er um play-off dyst móti Panathinakos hálvan februar. Heimadysturin kann ikki verða í Íslandi vegna ov vánarligar umstøður við vøllunum. Víkingur Reykjavík ynskti at spæla í Føroyum, men tað segði UEFA nei til, tí tað var ov stórur møguleiki fyri, at flogfør ikki lenda. Síðani ynksti Víkingur Reykjavík at spæla í Farum, men nú hevur UEFA sagt nei til tað, tí FCK hevur heimavøll móti Heidenham sama kvøld og tað er ikki ynskiligt at hava viðhaldsfólk frá fýra feløgum í einum lítlum umráði samstundis.
Nú verður væntandi spælt í Helsinki í Finnlandi, skrivar íslendskir miðlar.