Føroyar fingu eitt framúrskarandi flott úrslit í Íslandi.
Nýggja U21-landsliðið við nýggja venjaranum Ólavi Mikkelsen hevur fingið eina flúgvandi byrjan. Í kvøld vann liðið 2-1 í Reykjavík og hevur fult stigatal fyri tveir teir fyrstu dystirnar. Málini skoraðu Mattias Hellisdal og Áki Samuelsen. Føroyar spældu í eini 5-4-1 líknandi spæliskipan sum A-landsliðið og verjuspælið riggaði væl. Málið hjá Íslandi kom eftir eina deyðbóltsstøðu hjá Føroyum, har verjuleikararnir vóru farnir fram.
Komandi dystur hjá Føroyum verður mánadagin í Luksemborg.