Ongantíð áður hevur eitt U21-landslið hjá Føroyum skorað so nógv mál fyrstu trý umførini sum hesa undankappingina.
Málini móti Kroatia í gjár vóru nr. seks og sjey hesa undankappingina. Og sjey mál er meir enn tvífalt so nógv mál, sum Føroyar nakrantíð áður hava skorað fyrstu trý umførini. Metið áðrenn var trý mál, sum var til undankappingarnar til EM í 2015 og 2023. Metið fyri eina undankapping var 11 í teimum 10 undankappingardystunum til EM 2021. Sí yvirlit niðanfyri.