Hósdagin spælir U21-landsliðið í Armenia.
Dysturin verður móti Hvítarusslandi, sum ikki sleppur at spæla sínar heimadystir í heimlandinum. Hvítarussland hevur spælt tríggjar dystir í undankappingini og spælt allar javnar. Móti Andorra (2) og Grikklandi. Føroyar hava spælt ein dyst, sum endaði 2-2 móti Andorra á heimavølli.
Dysturin byrjar kl. 14.30 hósdagin og kann síggjast á R1 í Televarpinum.