Føroyskur U-landsliðsmálverji fer um nakrar vikur at royna seg í danska felagnum Randers FC.
16 ára gamli Nóa Klein Joensen hevur fyrr í ár spælt tveir U17-landsdystir fyri Føroyar. Nú fer hann at skifta Víking út við Randers FC, har hann hevur gjørt sáttmála og verður partur av akademinum frá síðst í juli.