EM-undankappingin hjá Føroyum byrjaði framúr væl, tá Føroyar vunnu heili 4-0 á Slovenia í dag. Málini skoraðu Sara Benjaminsen (2) og Kára Sigurðsson, meðan tað síðsta var sjálvmál. Hini bæði liðini eru Aserbadjan og Belgia. Belgia vann 11-0 á Aserbadjan.