Føroyingar komu í eitt ódnarveður beinanvegin, men tað spældi hampuliga væl av, tá vit hugsa um úrslitið.
2-0 til Norra longu eftir 24 minuttum á Ullevall leikvøllinum í Oslo sá tungt út fyri Føroyar og í hálvleikinum kom Erling Haaland inn. Men tað kom einki mál afturat eftir eitt gott verjuavrik í seinna hálvleiki í 5-4-1 leikskipanini.
Samanlagt ein dystur við tveimum ymiskum hálvleikum, har tað kundi blivið meir enn 2-0 í fyrra hálvleiki, men har verjuavrikið var gott seinna hálvleik, tá Norra stórt sæð bara hevðin ein stóran málmøguleika. Mest umtalaða hendingin í seinna hálvleiki var, tá Erling Haaland lá skaddur á vøllinum, sum myndin vísir, men hann kom fyri seg og fullførdi dystin.