Hvidovre liggur í løtuni til uppflyting til Superliguna.
Hvidovre liggur á 2. plássi í spennandi kappingini í næstbestu donsku deildini. Í vikuni fór Hvidovre á venjingarlegu í Turkalandi og har kundu vit síggja, at tveir føroyingar eru við hópinum. Tað eru U21-landsliðsleikararnir, 19 ára gamli miðverjin Elias Rushborg og 20 ára gamli málverjin Rasmus Nilsson. Báðir hava teir sínar fyrstu minuttir til góðar, men teir sótu á bonkinum til fleiri dystir í 2022.