Tað verða minst tvær broytingar í TB í summarflytingarvindeyganum.
Sum vit skrivaðu mikudagin, so fer KÍ væntandi at kunngera 32 ára gamla Gilla R. Sørensen innan stutta tíð. Hetta er ikki hent enn, men sum skilst er tað famvegis bara spurningur um tíð, áðrenn hann verður kunngjørdur.
TB missir eisini ein annan leikara. Talan er um Páll Eirik Djurhuus, sum kom til TB úr Víkingi undan hesum kappingarárinum. Sambært FaroeSoccer hevur Páll Eirik spælt í 10 av teimum 12 landskappingardystunum hjá TB. Sambært góðum keldum á Tvøroyri, so koma eisini i tveir leikarar inn í TB-hópin. Báðir eru kendir í felagnum, tí teir hava spælt har áður.
Annar er 24 ára gamli Nokolei Johannesen, sum spældi við TB árini 2019-2024. Hann hevur verið uttanlands í ár, men verður eftir ætlan tøkur stóran part av restini av kappingarárinum. Hin er 26 ára gamli Musah Armah úr Gana. Hann spældi við TB árini 2020-2024, men fekk ein ógvusligan skaða í 2024. Nú er hann komin fyri seg og hann hevur spælt seks dystir fyri næstbesta liðið hjá TB.