Tað er dystur um 4. og 8. pláss í dag, sum kann fáa avgerandi týdning fyri endastøðuna.
Í Trongisvági verður botngysari millum TB-FC Suðuroy kl. 17.30. TB hevur tvey leikbann móti Suðuroyarmeistarunum, ið hava fulla úrtøku móti TB í ár. Men vinnur TB hendan dystin, samstundis sum NSÍ vinnur á 07 Vestur, so kemur TB uppum niðurflytingarstrikuna, men tapur TB, so fer TB fimm stig afturum FC Suðuroy og tá bara trý umfør eru eftir aftaná, har TB møtir bæði Víkingi og KÍ, so kann mann næstan við vissu siga, at TB flytir niður. Tí liggur størri trýst á TB.
Í Gundadali verður dystur um 4. plássið, sum kann geva altjóða luttøku, um KÍ vinnur løgmanssteypið. B36 leggur seg á 4. plássi við sigri, meðan Víkingur fer fimm stig framum B36 við sigri, so tá er alt helst avgjørt, tí tað verðir torført at hála fimm stig inn uppá trý umfør. Tí liggur størri trýst á B36. Víkingur hevur dystir eftir móti TB (heimavølli), FC Suðuroy (útivølli) og HB (heimavølli), meðan B36 hevur dystir eftir móti NSÍ (útivølli), EB/Streymur (útivølli) og FC Suðuroy (heimavølli).
Í kappingini um 2. plássið hava NSÍ og HB útidystir móti botn 5 liðum, sum tey hava vunnið allar dystirnar móti fyrr í ár. Á Svangaskarði hevur B68 einki at spæla fyri, meðan KÍ manglar fýra stig til at tryggja sær FM, um NSÍ fær fulla úrtøku. Fær NSÍ ikki fulla úrtøku í Sørvági kl. 15.00, so kann kassameistarin í B68 fegnast, tí tá fara KÍ-viðhaldsfólk helst mannsterk til Toftir, har KÍ kann vinna 22. meistaraheitið.