Malta, Norðurmakedónia og Gibraltar hava lið í deildarspæli hesaferð.
Í gjár vóru síðstu dystirnir áðrenn deildirnar byrja um nakrar vikur. Og felags fyri øll hesi trý liðini var, at tey byrjaðu í Champions League sum meistarar, vunnu avgerandi fyrsta umfari og vunnu so ein eina uppgerð afturat og endaðu í Conference League deildini.
Hjá Malta spældi Hamrun Spartans seg í Conference League deildina. Teir vunnu í 1. umfari eftir brotssparkskapping móti Zalgiris, ið eru meistarar í Litava. Síðani taptu teir tvey umfør, men í play-off bragdaði móti RFS úr Lettlandi.
Hjá Norðurmakedónia spældi Shkendija seg í Conference League deildina. Teir vunnu 1. umfar eftir longda leiktíð móti The New Saints, ið eru meistarar í Wales. Í 2. umfari vunnu teir á FCSB, ið eru meistarar í Rumenia, áðrenn teir taptu tey bæði síðstu umførini.
Hjá Gibraltar spældi Lincoln Red Imps seg í Conference League deildina. Teir vunnu 1. umfar eftir samlaðn sigur á Víkingi, ið eru meistarar í Føroyum. Teir taptu so eitt umfar, men vunnu 3. umfar eftir brotssparkskapping móti Noah úr Armenia. Í play-off taptu teir aftur.
Einki lið sum byrjaði í Conference League spældiu seg í deildarspæl hjá londum aftanfyri Føroyar, sum liggja nummar 40 av 55 limalondum.