HB hevur boðað frá, at fyrrverandi landsliðsleikararnir Tróndur Jensen og Gunnar Nielsen eru settir sum venjarar hjá U17-liðnum hjá HB.
Báðir eru givnir at spæla fótbólt fyri fáum árum síðani, men hava nógvar royndir sum leikarar. U17 er ofta ein deild, har nýggir venjarar royna seg av, men hetta er eisini ein tann týdningarmiklasta deildin hjá nógvum feløgum, tí tað er her, at lsummir eikarar spæla síni síðstu ár í ungdómsfótbólti.