07 Vestur missir álopsleikara, sum skoraði fleiri mál eftir summarsteðgin.
Tobias Giusti var ein av trimum leikarum úr Argentina, sum skiftu til KÍ undan hesum kappingarárinum á sáttmála fyri tvey ár. Tobias var tó tann av teimum trimum, sum hevði tað torførast og undan summarsteðginum leigaði 07 Vestur hann frá KÍ. Har gjørdi hann mun við málskjóting og gjørdist toppskjútti á liðnum tað tíðarskeiðið, sum hann spældi. Sambært FaroeSoccer skoraði hann fýra mál í 10 dystum.
Men tað hevur í eina tíð verið greitt, at Tobias Giusti ikki heldur fram í Føroyum í 2026. Hann fer aftur til Argentina.