Í kvøld verða tveir týdningarmiklir dystir hjá kvinnum.
Í hálvfinaluni tykist alt avgjørt, tí NSÍ vann fyrra dystin 5-1 í Gundadali. Tí verður tað helst NSÍ, sum skal møta Víkingi í finaluni. Dysturin í Runavík í kvøld byrjar kl. 19.30.
Í Norðragøtu verður spennand, tí har møtast nr. 2 og 3, sum eru Víkingur og KÍ. Bæði liggja trý stig aftanfyri oddaliðið NSÍ við einum dysti færri, so vinnarin kemur á liðuna á NSÍ, sum tó hevur best málmun. Dysturin í Sarpugerði byrjar kl. 17.00.