Ein skaði til Petur Knudsen var tað keðiliga í einum dysti, har Føroyar trýstu fyri at javna síðsta partin av dystinum.
Georgia byrjaði sum eitt ódnarveður og kom á odda tíðliga í dystinum eftir hornasparksinnlegg. Georgia var greitt betra liðið í fyrra hálvleiki, men trýsti minkaði sum hálvleikurin leið.
Í seinna hálvleiki javnaði dysturin seg og Føroyar skiftu fleiri av sínum bestu, ið skulu brúkst mánadagin, inn. Síðstu løtuna trýstu føroyingar fyri at javna og Páll A. Klettskarð fekk eisini ein stóran málmøguleika, men hann fekk ikki ordiliga skot á. 1-0 gjørdist úrslit.
Tað keðiliga við dystinum var ein skaði til Petur Knudsen, men enn er einki komið út um, hvussu álvarsamt hetta er og neyvan kemur eitt svar uppá tað fyrr enn myndir og annað er kannað.
Mánakvøldið vitjar Gibraltar á Tórsvølli og tá hava Føroyar helst favorittleiklutin.