Tvey valevni eru til forsetavalið og fýra valevni eru til starvsnevndarvalið. Freistin at stilla upp var á midnátt.
John Eystberg stillar upp ímóti Christian F. Andreasen til forseta í FSF. John er fyrrverandi leikari hjá m.a. VB og hevur síðstu árini verið ungdómsvenjari hjá HB.
Jóannes Prestá, sum er formaður hjá Skála í løtuni, stillar upp til starvsnevndarvalið saman við Róin Schrøter, Fríðin Ziskason og Sólrun H. Sørensen. Sostatt verður val, har trý av hesum fýra sleppa inn og verða viðtøkurnar ikki broyttar, so kemur Sólrun heilt vist inn, tí minst ein av hvørjum kyni skal veljast hvørt val.