Liðið hevur havt stóra framgongd síðani venjarabroytingina í summar.
Í summar bleiv Jens Berthel Askou, sum í 2020 vann greipuna við HB, venjari hjá skotska felagnum Motherwell. Í fjør endaði liðið á 8. plássi, men í ár hevur gingið væl. Eftir 18 umfør liggur liðið á 3. plássi, aftanfyri Hearts og Celtic, men frammanfyri Rangers. Motherwell hevur bara tapt tveir dystir í landskappingini.
3. jóladag verður dystur um 3. plássið, tá Rangera-Motherwell møtast. Eitt stig skilir liðini, men Rangers hevur spælt ein dyst færri.