B36 hevði í gjárkvøldið bjóðað øllum viðhaldsfólkunum til eina jóla- og kunningarløtu.
Forkvinna, ítróttarstjóri, høvuðsvenjari og høvuðsungdómsvenjari høvdu orðið og kunnaðu um arbeiðsleistin fyri komandi kappingarárini. Og sum sást á myndunum, so vóru nógv fólk møtt upp.
B36 skrivar:
Áhugin var stórur í B36-húsinum í gjárkvøldið, tá ítróttastjórin, høvuðsvenjarin hjá mansliðnum og høvuðsungdómsvenjarin løgdu fram um arbeiðsleistin fyri komandi kappingarárini.
Bygnaðurin í felagnum er broyttur nakað, og við góðum treysti eru greið mál sett fyri framtíðina
Frálíkt kvøld!