Fult umfar var á skránni í Betri Deildini hjá kvinnum í kvøld. NSÍ og KÍ vunnu sínar dystir ávíkavist ímóti Víkingi og 07 Vestur.
Stóra úrslitið í kvøld var undir Mýruhjalla á Skála, har TB/FCS/Royn megnaði at fáa síni fyrstu stig í Betri Deildini. EBS/Skála kom fyrst á odda við máli frá Saritu Petersen. Men stutta løtu seinni javnaði Nancy Einarsson fyri TB/FCS/Royn. Hálvleiksstøðan var 1-1 og tann støðan helt sær allan dystin.
B36 og HB spældu seint í kvøld, har B36 avgjørdi í yvirtíðini og vann 1-0.