Í kvøld var felags átak í Trongsvági, har hópur og viðhaldsfólk hjá TB ruddaðu vøllin fyri kava við hond.
Eini 40-50 fólk møttu upp og so mikið væl kom burturúr, at tað væntast at blíva spælandi sunnudagin, tá TB tekur ímóti ÍF. Tó er nakað av kava eftir enn at fáa av vøllinum.
TB skrivar:
Felagsskapurin hevur tað gott, tað var sjón fyri søgn í dag
Fyrr í dag varð byrjað at tosa um at rudda vøllin fyri kava, so hann bleiv klárur til sunnudagin. Hesi tíðindini ferðaðust skjótt runt millum fólk, og tað var stuttligt at síggja, hvussu nógv møttu at hjálpa við hesum við so stuttum skotbrái. Børnini hugnaðu sær óført, og lagið á arbeiðsfólkunum var sera gott
Eftir at vøllurin var ruddaður, var kaffi og hugni inni í TB húsinum Takk til tykum øll, sum komu at hjálpa. Okur í TB eru ótrúliga takksom fyri hjálpina
Okur vóna at síggja nógvar spentar TB-fjepparar við Stórá sunnudagin, tá okur fara at stuðla okra monnum