Nógv bendur á, at TB fer at fáa nýggjan høvuðsvenjara áðrenn komandi dyst.
Fyrr í ár gjørdist greitt, at Zoran Pavlovic vendi aftur til TB, har hann var venjari í 2019. Men Zoran hevur ongantíð fingið øll loyvini endaliga uppá pláss, og tí hevur hann ikki staðið á síðulinjuni nakran dyst, hóast hann hevur verið til dystirnar.
Men nú fær TB ein nýggjan venjara, sum eftir øllum at døma verður á síðulinjuni móti ÍF mikudagin. Talan er um 48 ára gamla Tummas Erling Djurhuus, sum síðstu árini hevur verið høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum hjá B36. Í 2019 var hann hjálparvenjari hjá Jákup Martin Joensen í EB/Streymi. Hann hevur eisini nógvar venjararoyndir sum høvuðsvenjari hjá næstbestu liðunum hjá B36, EB/Streymi og AB sambært FaroeSoccer.
TB spælir mikudagin kl. 16.30 á heimavølli móti ÍF.