logo
  • Heim
  • Mansfótbóltur
  • Kvinnufótbóltur
  • Ungdómsfótbóltur
  • Landsliðsfótbóltur
  • Útlendskur fótbóltur
  • Ymiskt  
    • Leikaraflytingar 2026
    • Leikaraflytingar 2025
    • Leikaraflytingar 2024
    • Leikaraflytingar 2023
    • Leikaraflytingar 2022
    • Lýsingar
Xads
Tí letur flytingarvindeygað aftur so tíðliga í Føroyum
Mynd: eb-streymur.fo

Tí letur flytingarvindeygað aftur so tíðliga í Føroyum

Skrivað : Jákup Ósá | 02-09-2025 13:41

Føroyskur fótbóltur leggur forðingar fyri sær sjálvum bæði ímun til lands- og steypakapping og ímun til møguleikarnar at avrika væl í altjóða fótbólti, tá hugsað verður um, hvussu vit leggja okkara flytingarvindeyga.

 

Í summar lat flytingarvindeygað í Føroyum aftur 17. juli og ongastaðni í Evropa letur tað so tíðliga aftur. Í lutfalli av dystum, sum eru eftir í landskappingini, eru tað bara Georgia og Litava, ið bæði hava klárað seg illað í altjóða fótbólti síðstu árini, sum lata fyrr aftur. Sí talvu niðast í greinini.

 

Feløgini ynsktu ikki broytingar

At lata flytingarvindeygað aftur so tíðliga er nakað, sum feløgini hava valt, sambært leiðaranum í kappingar- og dómaradeildini, Ásu K. Thomsen.

- Tað er ásett í leikarareglugerðini, nær flytingarvindeyguni lata upp og aftur.

Tá FIFA broytti reglurnar soleiðis, at seinna flytingarvindeygað kundi vera opið longri, tók Starvsnevndin hjá FSF málið upp í september 2023. Orsøkin var, at feløgini høvdu ymisk ynski um tíðarskeiðini, men nøkur ynsktu at seinna flytingarvindeygað skuldi vera opið longri.

Starvsnevndin umrøddi saman við feløgunum uppskot at leingja seinna tíðarskeiðið til 6 vikur. Uppskotið um at leingja summarflytingarvindeygað varð tó ikki samtykt av feløgunum, sigur Ása K. Thomsen við bolt.fo.

Tað er annars ikki nøkur forðing fyri at hava flytingarvindeygað longri opið. Fyrr var tað fýra vikur, men hetta er nú broytt av FIFA.Fyrra flytingarvindeygað kann ikki vera styttri enn átta vikur og ikki longri enn 12 vikur. Seinna flytingarvindeygað skal vera mitt í kappingarárinum og kann ikki vera styttri enn fýra vikur og ikki longri enn átta vikur. Tilsamans kunnu vindeyguni ongantíð vera opin longri enn 16 vikur.

 

Kann kanska broytast til 2026

Flytingarvindeygað skal ásetast í síðsta lagi 12 mánaðar, áðrenn tað verður virkið, so útfrá tí er longu ov seint at broyta nakað til 2026. Tað ber møguliga til at søkja um at fáa tað flutt eftir tað, men tað er eingin trygd fyri, at tað verður góðkent av FIFA, sigur Ása. Flytingarvindeyguni í 2026 eru ásett soleiðis:

Fyrra flytingarvindeyga 2026: 8. januar - 13. mars kl. 16:00.

Seinna flytingarvindeyga 2026: 15. juni - 14. Juli kl. 16:00

Tað merkir, at tað liggur áleið sum í ár, sum støðan er nú, um feløgini ikki gera eina roynd at fáa tað broytt. Flytingarvindeyga stongir í fyrra parti av summarsteðginum í landskappingini 2026, um kappingin liggur áleið sum hon plagar.

Einki uppskot er á borðinum í løtuni, men FSF er opið fyri at umrøða málið aftur, um feløgini ynskja tað, sigur Ása.

 

Selja uttan at kunna keypa

Í summar hava Víkingur, B36 og EB/Streymur merkt avleiðingarnar av, at tey missa leikarar til deildir, har flytingarvindeygað er opið uttan at kunna hava møguleikan at fáa leikarar inn ístaðin, tí flytingarvindeygað í Føroyum er stongt. Vit kunnu fáa fleiri hugsað dømi, har lið kunnu koma at selja leikarar við stórum avleiðingum. T.d. um tey spæla um niðurflyting, altjóða pláss ella FM. Ein kann siga, at leikararnir hava sáttmálar og eru bundnir, men summir hava eisini klasular/avtalur um, at sleppa avstað, um t.d. útlendskur áhugi er. Og tá verður kanska ikki spurt eftir, um føroyska flytingarvindeygað er opið.

 

Ávirkar møguleikarnar í altjóða fótbólti

Í altjóða fótbólti kann eitt so skeivt flytingarvindeygað hava stórar avleiðingar. Tí meðan kappinganeytin ofta kann styrkja um hópin allan vegin fram til play-off síðst í august, so kunnu føroysku liðini bara missa leikarar hetta tíðarskeiðið, tí um hálvan juli verður 1. umfar vanliga spælt og um at verða liðugt. Eingin fær heldur lagt nakra ætlan til rættis, tí hálvan juli veit eingin, um mann er í einum deildarspæli og fær yvir 40 milliónir at arbeiða við ella um ein verður útsligin í 2. umfari og hevur fimm-átta milliónir at arbeiða við.

ECA-skipanin, har øll feløgini fáa pengar eftir, hvussu føroysku liðini klára seg í altjóða fótbólti, kann blíva rakt av hesum, og tá koma øll feløgini at missa inntøkur. Føroyar liggja í løtuni høgt uppi á styrkislistanum (40), men tvey-trý vánalig kappingarár kunnu gera, at Føroyar detta langt niður og í ringasta føri missa eitt lið (sum vit sóu í 2021) ella missa rættin hjá steypavinnaranum at byrja í 2. umfari í Conference League, sum steypavinnarin hevur gjørt tey bæði síðstu árini. Til hetta seinna skal ikki so nógv til.

 

Forða okkum sjálvi

Tað einasta sum vit gera í løtuni í føroyskum fótbólti, tá tað kemur til flytingarvindeygað, er at leggja forðingar fyri okkum sjálvi við at hava líknandi skipanir sum lond sum Georgia, Litava og Hvítarussland. At stongja eitt flytingarvindeygað mitt í summarfrítíðini – sum er 14-17. juli - gevur nærum onga meining. Í fyrsta lagi kundi tað verið 4. august, um vit taka 2025, tá summi av liðunum spældu fyrsta landskappingardyst eftir summarsteðgin. Tað skal sjálvandi heldur ikki liggja ov nær við endan av kappingini, tá tá koma vit inná ítróttarliga rættvísi í kappingini, men stongja vit sum nógv av hinum londunum gera, tá áleið 28 % er eftir av kappingini, so merkir tað, tá átta dystir eru eftir. Tað vildi í summar verið áleið 22. august. Tað hevði givið munandi fyrimunir til bæði tey, sum selja leikarar og til liðini sum luttaka í altjóða fótbólti.

Afturat hesum kann leggjast afturat, at leikarar, sum einki felag hava, heldur ikki sleppa at skifta til føroysk felag eftir, at flytingarvindeygað er stongt. Tað kunnu teir í flest øllum londum, tó at tað sum skilst er eitt mark, har teir ikki kunnu spæla í landskappingini tey síðstu umførini.

Feløgini og FSF eiga at seta seg saman og fara at viðgera hendan spurningin og fáa broytt tíðarskeiðið fyri flytingarvindeygað í framtíðini.

Greinin er dagførd kl. 14.42

 

Share

Nýggjastu tíðindir

NSÍ nærkast eini venjaraloysn
NSÍ nærkast eini venjaraloysn
Hesin verður venjari hjá NSÍ
Hesin verður venjari hjá NSÍ
Ari Olsen royndarvenur í Danmark
Ari Olsen royndarvenur í Danmark
10 mánaðir til næsta kappingardyst
10 mánaðir til næsta kappingardyst
Hildu dystinum á lívi í 70 minuttir
Hildu dystinum á lívi í 70 minuttir
Frá Víkingi til AB
Frá Víkingi til AB
Fyrsti kappingardystur sum Jóannes K. Danielsen missir í ár
Fyrsti kappingardystur sum Jóannes K. Danielsen missir í ár
Lea til HB
Lea til HB
Skulu enda væl í Kroatia
Skulu enda væl í Kroatia
Skála og AB síggja út sum góð uppflytaralið
Skála og AB síggja út sum góð uppflytaralið
Aron skiftir felag
Aron skiftir felag
Martin K. Joensen skifti til grannarnar
Martin K. Joensen skifti til grannarnar
Fótvarpið hesa vikuna
Fótvarpið hesa vikuna
Mattias Hellisdal vann SuperEttan
Mattias Hellisdal vann SuperEttan
Sólja Ernstsdóttir og Árni Frederiksberg blivu ársins leikarar
Sólja Ernstsdóttir og Árni Frederiksberg blivu ársins leikarar
Jimmy Abdul til AB
Jimmy Abdul til AB
Hetta er venjaratoymið hjá B68
Hetta er venjaratoymið hjá B68
U19-landsliðsmálverji til HB
U19-landsliðsmálverji til HB
Frá FC Suðuroy til ÍF
Frá FC Suðuroy til ÍF
Karolina er ársins tippari
Karolina er ársins tippari

Leikaraflytingar 2026

NavnFráTil
Jimmy AbdulFC SuðuroyAB
Hassou Diaby NdiayeNSÍ(ógreitt)
Tróndur SjúrðarsonFC SuðuroyHB
Henrik OsenNSÍ(ógreitt)
Lars MarkmanrudNSÍ(ógreitt)
Jonathan WembonyamaB68(ógreitt)
Jasper Van Der HeydenNSÍ07 Vestur
Emanuel KulegoB68(ógreitt)
Atli GregersenVíkingur(givin)
Viljormur DavidsenHBNSÍ
Hans Jákup ArngrímssonVíkingurSkála
Claes KronbergKÍ(givin)
Tobias Giusti07 Vestur(uttanlands)
Reinis ReinholdsHB(ógreitt)
Aleksander Ó. JensenB68(uttanlands)
Klavs KramensHB(ógreitt)
Silas Gaard07 VesturSkála
Ahmed LatifKÍ(ógreitt)
Bárður Ó. JensenB68(uttanlands)
Mattias HellisdalB36Våsterås
Boubacar DaboEB/StreymurLincoln
Poul KallsbergVíkingurHillerød
Vís meira

Stigatalvan 2025

1. KÍ73 stig
2. HB64 stig
3. NSÍ60 stig
4. Víkingur44 stig
5. B3642 stig
6. B6826 stig
7. EB/Streymur26 stig
8. 07 Vestur15 stig
9. FC Suðuroy15 stig
10. TB12 stig

Málskjúttar

Klæmint A. OlsenNSÍ26 mál
Páll A. KlettskarðKÍ21 mál
Emil G. PedersenHB20 mál
Árni FrederiksbergKÍ18 mál
Brandur H. OlsenNSÍ11 mál
Patrik JohannesenKÍ11 mál
Petur KnudsenNSÍ11 mál

Upplegg

Árni FrederiksbergKÍ19 upplegg
Brandur H. OlsenNSÍ16 upplegg
Petur KnudsenNSÍ12 upplegg
Patrik JohannesenKÍ12 upplegg
Mikkel Hyllegaard07 Vestur11 upplegg
Jann BenjaminsenNSÍ9 upplegg
Aron KnudsenNSÍ9 upplegg
Pætur PetersenB368 upplegg
Jasper Van Der HeydenNSÍ8 upplegg

Málstig

Árni FrederiksbergKÍ37 mál/upplegg
Klæmint A. OlsenNSÍ31 mál/upplegg
Brandur H. OlsenNSÍ27 mál/upplegg
Emil G. PedersenHB27 mál/upplegg
Páll A. KlettskarðKÍ24 mál/upplegg
Petur KnudsenNSÍ23 mál/upplegg
Patrik JohannesenKÍ23 mál/upplegg
Aron KnudsenNSÍ18 mál/upplegg

Deyðbóltsstøður (skorað mál) - Dagført eftir 27. umfar

KÍ33 mál
NSÍ25 mál
B3621 mál
B6816 mál
HB15 mál
Víkingur14 mál
TB9 mál
EB/Streymur9 mál
07 Vestur9 mál
FC Suðuroy4 mál

Deyðbóltsstøður (latið mál inn)

KÍ7 mál
HB8 mál
Víkingur10 mál
NSÍ14 mál
B6815 mál
07 Vestur15 mál
EB/Streymur19 mál
TB19 mál
B36 20 mál
FC Suðuroy28 mál

Mál í spæli (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

NSÍ65 mál
KÍ57 mál
HB50 mál
Víkingur25 mál
07 Vestur24 mál
B3623 mál
EB/Streymur19 mál
FC Suðuroy18 mál
B6818 mál
TB16 mál

Mál í spæli ímóti (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

KÍ10 mál
B3617 mál
Víkingur19 mál
NSÍ22 mál
HB26 mál
07 Vestur37 mál
EB/Streymur37 mál
FC Suðuroy41 mál
B6842 mál
TB66 mál

Beinleiðis frísparksmál síðani 2015

A. JustinussenHB21 mál
Á. FrederiksbergKÍ/B36/NSÍ15 mál
P. KnudsenNSÍ8 mál
B. OlsenNSÍ6 mál
J. BjartalíðKÍ5 mál

Stigatalvan kvinnur

Endaspæl kvinnur FMStig:
1. KÍ59 stig
2. NSÍ56 stig
3. HB37 stig
4. Víkingur31 stig
Niðari bólkurStig:
1. B3637 stig
2. Skála31 stig
3. 07 Vestur12 stig
4. FC Hoyvík7 stig

Málskjúttar (grundspæl + endaspæl)

Heidi Sevdal NSÍ32+6 mál
Sara BenjaminsenSkála11+18 mál
Tóra MohrKÍ24+3 mál
Sólja ErnsdóttirKÍ16+5 mál

Føroyingar til ella úr føroyskum fótbólti

Úr føroyskum fótbólti 2025 (7)FráTil
Mattias HellisdalB36Västerås SK
Poul KallsbergVíkingurHillerød
Samuel ChukwudiHBSJK Seinäjoki
Hanus SørensenHBCelje
Áki SamuelsenHBRanheim
Géza Dávid TuriVíkingurGrimsby Town
Andrass JohansenB36Fremad Amager
Til føroyskan fótbólt 2025 (5)FráTil
Patrik JohannesenBreiðablikKÍ
Brandur HendrikssonFredrikstadNSÍ
Stefan RadosavljevicSligo RoversVíkingur
Heini F. SørensenThistedHB
Daniel JohansenHillerødKÍ
Úr føroyskum fótbólti 2024 (5)FráTil
Heri MohrHBStrømmen IF
Adrian JustinussenHBHillerød
Mattias LamhaugeB36Fredericia
Martin K. JoensenVíkingurNjardvík
Dávid ReynheimHBTorino
Til føroyskan fótbólt 2024 (6)FráTil
Elias RusborgHvidovreHB
Martin K. JoensenNjardvíkVíkingur
Petur KnudsenEl PasoNSÍ
Rasmus NilssonFremHB
Pætur PetersenKAKÍ
Gilli RólantssonVejleTB
Úr føroyskum fótbólt 2023 (10)TilFrá
Hørður AskhamHBAB
Daniel JohansenHBThisted
Gilli R. SørensenTBVejle
Gunnar VatnhamarVíkingurVíkingur R
Stefan RadosavljevicHBSligo Rovers
Noah MneneyVíkingurBryne
Pætur PetersenHBKA
Jóannes BjartalíðKÍFredrikstad
Daniel JohansenHBFredericia
Klæmint A. OlsenNSÍBreiðablik
()
Til føroyskan fótbólt 2023 (5)FráTil
Daniel JohansenFredericiaHB
Hallur HanssonKRKÍ
Gilli R. SørensenOddsTB
Viljormur DavidsenHelsingborgHB
Samuel ChukwudiUnion SGHB
Vís meira

Toppskjúttar í Evropafótbólti fyri føroysk lið

NavnFelagMál
Árni FrederiksbergKÍ14
Páll KlettskarðKÍ13
Levi HanssenHB/EB/Streymur9
Klæmint OlsenNSÍ8*
Michal PrzybylskiB36/HB7
Sølvi VatnhamarVíkingur7
Deni PavlovicKÍ6
Bergur MidjordB365
Jákup B. AndreasenKÍ5
Olgar DanielsenKÍ5
*+ trý mál fyriBreiðablik
Vís meira

Um Bolt.fo

Bolt.fo er føroysk heimasíða, ið fyrst og fremst varpar ljós á føroyskan fótbólt, ið er best umtókta ítróttagrein í Føroyum, bæði hvat viðvíkur virknum limum og áskoðarum. Bolt.fo gevur umrøðu til vaksnamannadeildirnar og ungdómsdeildirnar hjá báðum kynum eins og vit fylgja føroyingum, ið royna seg uttanlands.
Hevur tú eitt hugskot ella evnið, ið heimasíðan skuldi tikið upp, send so teldupost til bolt@bolt.fo ella ring tlf. 228660.

  • facebook
  • twitter
  • instagram
  • pinterest
© bolt.fo 2025