Føroyingurin kann skjótt skifta til eitt lið, sum skal spæla í Champions League komandi summar.
Norska Nettavisen skrivar, at svensku meistrarnir Mjallby og Ranheim samráðast um Áka Samuelsen og at útlitini eru góð fyri, at skiftið verður veruleiki. Talan er um ein pakka, sum samlað sæð kann fara uppum 6,2 milliónir danskar krónur. U21-landsliðsleikarin var farna kappingarár leikarin hjá Ranheim við flest málstigum.
Sambært okkara upplýsingum, so hevur HB eisini tryggjað sær prosentir av einari møguligari víðari sølu, so tað er ikki óhugsandi, at ein slík avtala kann geva HB eina inntøku á áleið hálva millión.