Føroyski landsliðsmálverjin fer nú at spæla í norskum fótbólti.
Mattias sá út til at fara at missa plássið í Fredericia, sum nú hevur keypt málverja, meðan sáttmálin eisini nærkaðist endanum. Norska felagið Strømsgodset hevur í dag kunngjørt, at Mattias hevur gjørt sáttmála fyri komandi trý árini. Liðið spælir í næstbestu deildini, men hevur greið mál um at koma aftur í bestu deildina.